Ikki síðani 2007 hevur støðan verið so ring í landsins leiðslu, tá tað snýr seg um javnstøðu millum kynini. Tá sitandi samonga varð skipað, var bara ein kvinna í landsstýrinum, sum harvið ikki gjørdi sum undanfarna landsstýri, har javnstøða var millum kynini.
Men 22. desember í fjør kendi Fólkaflokkurin seg noyddan at taka tvey fólk úr landsstýrinum fyri at fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum, har hon sat sum annað varafólk fyri landsstýrisfólkini, tí hon hevði boðað frá, at hon fór at atkvøða fyri rættindum til samkynd. Og tá tey valdu nýggj fólk í landsstýrið, vórðu tveir menn valdir at taka yvir, Sólvit Nolsø og Árni Skaale.
Og tá Jørgen Niclasen mátti leggja frá sær 16. ferbruar var heldur ikki pláss fyri eini kvinnu at seta í hansara stað.
Tað er ikki hent síðani 2004, tá Jóannes Eidesgaard mannaði tað seinasta slipsalandsstýrið – sum hann sjálvur metti fór at vera tað seinasta í søguni.
Soleiðis hevur Bárður Nieslen í ár tvær ferðir mannað eitt slipslandsstýri – eitt landsstýri uttan kvinnur. Og tað er ikki hent síðani 1979, at ein og sami løgmaður tvær ferðir hevur mannað eitt slipsalandsstýri – eitt landsstýri bara við monnum.
Bárður Nielsen, løgmaður, hevur sagt, at hann væntar at trupulleikin við vantandi javnstøðuni í landsstýrinum verður loystur av sær sjálvum um eini 10 ár.
Tað stóð nógv á at fáa javnstøðulógina samtykta á sinni. Hon førdi til eitt samgonguslit í 1988 saman við lógargreinini 266b, tá herferðin ímóti samkyndum í Føroyum byrjaði – og so mátti javnstøðulógin bíða í seks ár, fýra landsstýri og tríggjar løgmenn til hon endaliga varð samtykt 15. apríl í 1994.
Hóast løgmaður sigur, at hann væntar trupulleikan loystan um 10 ár, so er als ikki neyðugt at bíða so leingi. Landsstýrið hevur sjálvt eina fína skipan, tá tey velja nevndir og ráð. Tá eru boðini til teirra, sum skjóta upp nevndarlimir, at tey skulu hava eitt uppskot av hvørjum kyni. So velur landsstýrisfólkið burturúr, so javnstøða verður í nevndini ella ráðnum. Og javnstøða merkir, at minst 40 prosent eru av hvørjum kyni.
Tað kann so vera eitt uppskot til tann løgmannin, sum næstu ferð skal tilnevna landsstýrisfólk, so er trupulleikin loystur. Tí allir flokkar hava bæði skilamenn og skilakvinnur, sum kunnu umboða flokkin í landsstýrinum.











