FSF og Knattspyrnusamband Íslands eru komin ásamt um at spæla ein venjingardyst innandura í Kórinn fótbóltshøllini í Kópavogi eins og gjørt var 16. mars í fjør, tá londini spældu tann fyrsta alment skrásetta landsdystin innandura í Íslandi.
Føroyska ferðaliðið fer úr Føroyum fríggjadagin 20. mars og kemur heimaftur mánadagin 23. mars.










