Fyrsti bilurin kom til Føroya tann 6. mai í 1922, tá Johannes Olsen og Júst Sivertsen í Havn keyptu ein Ford TT lastbil frá Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen, sum høvdu smiðju í Quillingsgarði í Havn.
Bilurin kom til Føroya við DFDS-skipinum S/S Island. Skipið fekk ikki lagt at bryggju, tískil varð bilurin førdur í land á eini jakt og skipaður upp á Kongabrúnni í Havn.
Tað var ein stórhending í Havn, at ein bilur kom í land, tí havnarfólk høvdu ikki sæð bil áður. Hestavognar vóru í Føroyum tá, men teir vóru kortini ikki so nógvir í tali, og valla hava nógvir hestavognar verið í Føroyum fyri aldaskiftið. Arthur Brend var tó tann fyrsti, sum hevði motoriserað akfar í Føroyum. Á heysti í 1921 fekk hann eina motorsúkklu til landið, og hon varð nógv umrødd í bløðunum tá.
Eingin av teimum, sum var á Kongabrúnni hendan dagin í 1922 dugdi at koyra bilin. Tískil varð hann skumpaður niðan í smiðjuna hjá Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen í Quillingsgarði. Í bløðunum sæst, at bilurin fáar dagar eftir, at hann kom til landið, koyrdi túrar í Havnini og niðan á Sanatoriið í Hoydølum.










