Fyrsti arkitektadagurin í Føroyum

9.oktober er altjóða arkitekturardagur. Í Føroyum verður hesin dagur hildin á fyrsta sinni.

Arkitekturardagurin er eitt tiltak, sum UIA, ein altjóða felagsskapur fyri arkitektar, setti í verk í 1985. Dagurin hevur síðan verið hildin um allan heim á hvørjum ári.

Í ár er ælanin á fyrsta sinni,at halda arkitekturardag í Føroyum.

- Tað er okkara ætlan, at hetta verður ein byrjan til eitt afturvendandi tiltak á hvørjum árið, har arkitektururin verður í focus, siga fyrireikararnir.

Altjóða yvirlýsingin hjá UIA fyri arkitekturardegnum í ár er: »architects energy versus global crisis«.

- Hjá okkum eitur yvirlýsingin »Burðardygd, siðvenja og tøkni«. Á arkitekturardegnum ynskja vit at vísa á nýggja føroyska byggilist og hvussu føroyskir arkitektar fyrihalda seg til hugtakið burðardygd. Byggilistin er týðandi partur í samfelagsmenningini, hon tulkar tíð og stað, vísir á nýggj hugarák og nýggja tøkni. Samstundis eru vit tilvitað um at varðveita okkara mentunararv, siga fyrireikararnir.