Í hesum døgnum er stevna fyri norðurlendska strandamentan í Vági. Skráin byrjaði longu í gjár við gongutúrum og heldur á í dag við fyrilestrum og konsert.
Seinnapartin í morgun koma træskipini, sum luttaka í regatta'ini inn á Vág, men fyrsti útlendski gesturin er longu komin.
Seinnapartin í gjár kom norska skipið Vaarsol inn á Vág og legði seg upp at Jóhonnu. Sambært Suðurrás er Vaarsol er bygd í 1920 og er á norska yvirlitinum yvir skip, sum eiga at verða varðveitt.
Føroyska regatta’in og regatta’in av norðurlendskum skipum kemur annars á Havnina í dag, har móttøka verður. Um 18-tíðina í morgin fer skipa- og bátafylgið inn eftir Vágsfirði, har grindabátarnir í Vági taka ímóti, áðrenn lagt verður at bryggju.
Í Vági verður skipað fyri alskyns tiltøkum. Gongutúrar, fyrilestrar og konsertir við bæði føroyskum og norðurlendskum íblástri og ymiskar framsýningar eru eisini. Skattajakt verður fyri børnini og sjálvandi dansur fyri tey eldru. Seinnapartin sunnudagin siglir flotin av Vági aftur.










