Semjan, sum varð gjørd nú seinnapartin um strandferðsluna, er nýskapandi.
Tað heldur Jørgen Niclasen landsstýrismaður.
Tað, hann hugsar um, er, at nú eru tey fyrstu veruligi stigini tikin fram ímóti at friða Strandferðsluna fyri verkfalli.
Les eisini: Einki verkfall
Nú eru avtalur nevniliga gjørdar um, hvussu farast skal fram í sambandi við verkfall.
Verkfall skal fráboðast við 48 tíma freist og hóast verkfall er, skal Smyril sigla ein túr um dagin í tríggjar vikur. Hinvegin skal Teistin og Ternan sigla tvær ferðir um dagin um Skopunarfjørð og Nólsoyarfjørð.
Les eisini: Samráðast undir politiskum trýsti
- Tað merkir, at fólk ikki skulu stúra fyri úrslitinum av einari semingsroynd, tí tey vita, at møguligt verkfall skal altíð lýsast við 48 tíma freist til á midnátt.
Les eisini: Stig tikin fyri at tryggja sjófarleiðirnar
Sambandi til smáoyggjarnar skal ongantíð verða lagt lamið, hóast verkfall er.
Avtalan sum er gjørd, er ein trýára sáttmáli
Feløgini hava kravt styttri arbeiðstíð, úr 98 tímum í 91 tímar í tvær vikur.
Hesi næstu trý árini verður arbeiðstíðin stytt, samstundis sum Strandferðslan fær rúmari ræsur at leggja arbeiðsætlanir, við tað at arbeiðstíðin kann verða slitin tvær ferðir um dagin.
Les eisini: Samráðingar undr politiskum trýsti
Tað fyrsta árið verður lønarhækkanin sum hjá øðrum. Annað árið verður lønarhækkanin 0,9%, og triðja árið verður lønarhækkanin 1,0%.
Á leinkjuni niðanfyri ber til at lesa semjuna í fullum líki.