Fyrsta stálið verður nú monterað á byggiplássinum í Skúladepilinum í Marknagili. Tær fyrstu myndirnar í myndatemanum niðanfyri vísa, hvussu hetta fór fram.
Sambært Landsverki arbiða í løtuni 45 fólk á byggiplássinum úti í Marknagili. Stoypiarbeiðið er framvegis í gongd. Gólvið í komandi ítróttarhøllini er stoypt, og gólvhitið er lagdur í, har tað skal vera. Gólvhiti verður somuleiðis lagdur í blokki A, sum er rundi parturin av bygninginum.
Umframt stoypiarbeiðið er hol nú sett á montering av betonelementum. Í komandi viku kemur tann fyrsta stálkonstruktiónin væntandi inn á byggiplássið.
Gondin við byggiarbeiðinum seinastu mánaðirnar hevur verið hendan:
Mai 2014: Mánadagin 28. apríl undirskrivaðu Landsverk og LM Electric størsta sáttmála, sum ein føroysk el-fyritøka hevur gjørt í sambandi við eina byggiuppgávu í Føroyum. Talan var um el-arbeiðstøkuna til skúladepilin.
Í apríl/mai hevur verið arbeitt við at fáa gjørt parkeringsøkið P3, sum sæst á eini mynd í myndasavninum niðanfyri. Blokkur A, ið er hjartað í øllum bygninginum, er nú av álvara við at fáa skap. Í blokki B, ið verður ítróttarhøllin, verður gjørt. klárt til at stoypa gólvið. Í blokki C, maskindeildini, er fundamentið nú liðugt og byrjað verður at stoypa veggir medio mai.
Apríl 2014: Tað eru í løtuni um 50 arbeiðsfólk á byggiplássinum úti í Marknagili. Í apríl mánaði hevur verið arbeitt við in-situ veggum í blokki A (atrium) og í blokki B, har ítróttarhøllin er. Harafturat hevur verið arbeitt við planering í blokki C (maskindeildin). Vegurin til byggiplássið er partvís umlagdur og arbeitt hevur somuleiðis verið við parkeringsøkinum P3.
Mars 2014: Sjálvt arbeiðið upp á nýggja Skúladepilin við Marknagil fór av álvara í gongd fyrst í juli í fjør. Byrjað varð við at grava út, spreingja og planera. Nú vit skriva mars 2014, er jørð- og kloakkarbeiðið framhaldandi í gongd. Fundamentir eru stoypt til komandi ítróttarhøllina, bilverkstaðið og ein part av høvuðsbygninginum. Tað næsta verður at byggja uppeftir, og hetta arbeiðið er longu byrjað við ítróttarhøllini. Í løtuni eru umleið 40 arbeiðsfólk á byggiplássinum.
Juli 2013: Makaskiftisavtalan, har kommunan lat landinum um 31.000 fermetrar í Marknagili, og aftur fyri fær fleiri matriklar á stóra nátturuøkinum framvið Hoydalsá niðan til Svartafoss, varð undirskrivað á sumri.
Tey 21 undangóðkendu virkini, sum bjóðaðu upp á tær 8 stórarbeiðstøkurnar, lótu teirra tilboð inn 28. august 2012.
Tey 21 virkini eru:
Aluplast, Anskar Hansen, Articon, Búsetur, Demich, EL.FO, EL-Service, Eykt, HJ Asfalt, Hjálpirót, HS Hansen, IAV, Install, J&K Petersen, LM Electric, Maria Poulsen, El Team Vest, E. Pihl & Søn, Pole Mohr Poulsen, TG-Verk, Uni Zachariasen.
Lisitatiónin var 28. august 2012.
Arbeiðstøkurnar eru hesar:
1) Jørð, kloakk, betong og stálarbeiði
2) Innilokan
3) Innrætting o.a.
4) El-arbeiði o.a.
5) HVS, luftskiftisskipanir o.a.
6) Múraraarbeiði o.a.
7) Málaraarbeiði o.a.
8) Lendisarbeiði o.a.
Afturat hesum 8 stórarbeiðstøkunum er ein 9. arbeiðstøka - byggipláss - sum TG Verk fer at taka sær av.
Bíligastu tilboðini lógu væl oman fyri játtanarkarmin, og tí varð neyðugt at finna stórar sparingar.
Upprunaliga var ætlanin, at Skúladepilin skuldi verða klárur at taka ímóti næmingum í 2014, men grundað á langtíðaríløgukarmin hjá Løgtinginum, er hetta nú longt til skúlaársbyrjan 2016.
Eykajáttan á 64 mió. kr. varð samtykt á Føroya Løgtingi í mars 2013. Harafturat játtaði løgtingið 60 mió. kr. til innbúgv o.a.
Sostatt er samlaði fíggjarkarmurin 515 mió. kr.
Fakta:
Arbeiðsánari: Mentamálaráðið
Byggiharri: Landsverk.
Tekniskur ráðgevi: Team Fuglark (Fuglarkog BIG)
Tíðarætlan: Skúlin verður tikin í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016.
Kostnaðarætlan: 515 mió. kr. íroknað innbúgv o.a.
Skúladepilin: Verður umleið 19.500 fermetrar til støddar og fer at hýsa 1.300 næmingum.
Hóast depilin verður skipaður í trimum sjálvstøðugt arbeiðandi eindum (studentaskúli, handilsskúli og tekniskur skúli) verður talan um ein og sama skúla við felags leiðslu og nógvum felags hentleikum. Byggingin verður formað soleiðis, at undirvísingin kann skipast kreativt, nýhugsandi, eins og hon skal vera fakliga og námsfrøðiliga slóðbrótandi. Til tess at lúka framtíðarinnar ókendu krøv til undirvísing, skal byggingin myndast við smidligum loysnum og fjøltáttaðum rúmleika, eins og partar av skúlanum vera opnir fyri næmingum alt samdøgurið.