Fyrsta staklagið hjá Una í umfar

Tann 1. juli gevur Uni Arge út sína næstu fløgu, ?Meldurtíð,? og fyrsta staklagið av fløguni er nú at hoyra bæði á Rás 2 og í Kringvarpinum Nýggi sangurin kallast ?Einaferð.?

 

Uni sigur við Rás 2, at sangurin innihaldsliga er ein uppfylgjari til væl umtókta sangin ?Mitt í sjónum,? og at sangurin tónleikaliga vísir tann meira akkustiska stílin á ?Meldurtíð.?

 

?Meldurtíð? er innspæld í Kristuff Studio í Hoyvík, og teir 12 sangirnar á fløguni hevur Uni skrivað síðan mars mánað í 2008.