Tað er Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, Margit Stóra, ein grein 52a fyrispurning um málið.
Hann spyr soleiðis:
1. Hvussu nógvar bústaðareindir í Føroyum eru ogn hjá privatum fyritøkum?
2. Hvussu nógvar bústaðareindir í Føroyum eru ogn hjá eigarum, ið eiga meira enn eina bústaðareind?
3. Hvussu er býtið kring landið?
4. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um átøk, ið kunnu minka um lutfallið av vinnuligum bústaðareindum?
Í viðmerking til fyrispurningin sigur løgtingsmaðurin, at samstundis sum vit hava bústaðarneyð í Føroyum, og nógvir føroyingar hava trupult við at útvega sær eitt heim, eru bústaðareindir vorðnar spekulasjónsobjekt fyri einstaklingar og fyritøkur við tøkum peningi. Heldur enn at vera heim fyri føroyingar, standa bústaðareindir tómar ella verða leigaðar út í stutttíðarleigu til útlendsk ferðafólk.
– At stórur áhugi er fyri bústaðareindum til spekulasjón ger, at prísurin hækkar, og harvið gerst tað uppaftur truplari hjá teimum, ið skulu seta føtur undir egið borð.
– Avmarkaða útboðið av bústaðareindum, saman við øktari spekulasjón á bústaðarmarknaðinum, hevur ikki bara hægri søluprís á bústaðareindunum men eisini hægri leiguprís fyri tey, ið ynskja at leiga sær eitt heim, vísir hann á.
– Um átøk verða gjørd, ið kunnu minka um spekulasjónina á bústaðarmarknaðinum og økja um áhugan at langtíðarútleiga bústaðareindir, vil tað helst steðga ógvisliga vøkstrinum í bústaðarprísum og gera tað lættari hjá vanliga føroyinginum at seta búgv, sigur løgtingsmaðurin.
Landsstýriskvinnan hevur tvær vikur at svara spurninginum.












