Fólkakirkjan hevur lýst eftir virkandi sóknarpresti til Norðstreymoyar vestara prestagjald.
Á felags kirkjuráðsfundi mánadagin innstillaðu kirkjuráðini Lis Samuelsen til tænastuna sum virkandi sóknarprestur í eitt gott ár frá 1. september í ár.
Biskupur er setanarmyndugleiki og hevur sett Lis Samuelsen í tað tíðaravmarkaða kallið.
Lis Samuelsen hevur drúgvar royndir sum prestur. Í 12 ár var hon prestur í Sorø Klosterkirke í Danmark.
Eisini hevur hon verið herprestur hjá tí donsku verjuni, har hon m.a. hevur verið í Estlandi í tríggjar mánaðir og arbeitt sum herprestur.
Hon hevur ta seinastu tíðina røkt nøkur vikariatir í føroysku fólkakirkjuni. Tað seinasta var í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi nú á sumri í 2025.