Nato skal hava herstøð í Svøríki

Tað sigur svenski verjumálaráðharrin, Pål Jonsson, við sjónvarpsrásina, SVT

Nato skal hava eina herstøð í Enköping í Svøríki.

 

Svenska ríkissjónvarpið SVT veit at siga, at umleið 70 fólk skulu starvast á støðini.

 

- Svøríki hevur ein týdningarmiklan leiklut í verju og ræðing.

 

Tað sigur svenski verjumálaráðharrin, Pål Jonsson, við sjónvarpsrásina.

 

Sagt verður, at støðin hjá Nato í Enköping skal stýra flyting av herfólki í Norðurlondum.

 

- Støðin skal eisini stýra herfólki, sum koma úr Norðuramerika í einari møguligari krígsstøðu, verður lagt aftrat.

 

Síðan Russland leyp á grannalandið Ukraina, eru bæði Finnland og Svøríki vorðin limur í verjusamgonguni, Nato.