Fyrsta skotið í nýggja Hvalbiartunlinum latið 27. juni

Í gjár kom borivognur og onnur útgerð til at gera nýggja Hvalbiartunnilin til Hvalbiar. Nú verður farið í gongd við fyrireikingarnar, og fyrsta skotið verður latið 27. juni

Tað var Eystnes, ið førdi boriútgerðina suður til Hvalbiar. Boriútgerðin passar ikki gjøgnum verandi Hvalbiartunnil, og tí var neyðugt at føra boriútgerðina til Hvalbiar.

Havnin í Hvalba er ikki so stór, og tí var ikki lætt hjá Eystnes at leggja at og fáa útgerðina í land. Báturin fekk ikki lagt ordiliga at, men hann var væl bundin.

– Tað gekk sera væl, tí veðrið var gott, og tað er dugnalig fólk, sigur Torleif Waagstein, verkætlanarleiðari hjá Articon.

##med2##
##med3##

Nú verður farið í gongd við at seta arbeiðsskúrar og annað upp, so at farast kann í gongd við at bora. Sjálvur portalurin verður gjørdur fyrst. Fyrsta skotið verður latið av hósdagin 27. juni.

Ymiskt fyrireikingararbeiði verður gjørt afturat, áðrenn farið verður í feriu áðrenn ólavsøku. Í seinnu helvt av august verður veruliga farið í gongd.

Sáttmálin er gjørdur, og Articon hevur somuleiðis lagt eina tíðarætlan fyri arbeiðnum.

##med4##
##med5##

Tunnilin verður 2,5 kilometrar, og tað er so mikið stutt, at tað loysir seg ikki at bora báðu megin frá. Sostatt verður bara borað hvalbiarmegin frá, og tað er tí, at tunnilin hellir ímóti Hvalba, og sostatt verður lættari at beina vatnið, sum setir úr fjallinum, burtur.

Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, hevur áður sagt, at tað hevur stóran týdning at fáa gongd á boringina áðrenn veturin kemur. Hann væntar, at sprongt er ígjøgnum í februar í 2021, og so skulu vegirnir gerast, ljós og onnur teknisk útgerð, skal setast upp. Tunnilin verður handaður í januar í 2022, hevur stjórin í Articon sagt.

##med6##

##med7##