Spanska skipasmiðjan Izar, sum byggir tað nýggja suðuroyarskipið, byggir eisini fimm skip til tann norska herflotan, og hósdagin varð tað fyrsta navngivið. Verjumálaráðharrin, Kristin Krohn Devold, gav tí navnið "Fridtjof Nansen".
Tey fimm herskipini skulu sambært sáttmálanum kosta 16 milliardir norskar krónur. Men í seinastuni hevur nógv verið tosað um prísin, eftir at tað er komið fram, at Izar hevur fingið stóran stuðul frá sponsku stjórnini fyri at kunna kappast við útlendskar skipasmiðjur. Stjórin á skipasmiðjuni er farin frá, og ES hevur gjørt av, at Izar skal gjalda fýra milliardir krónur aftur.
Norskar skipasmiðjur royna framvegis at fáa ein part av sáttmálanum um tey fimm herskipini, men sambært Aftenposten er tað ikki serliga sannlíkt, at tað fer at eydnast teimum. Norska stjórnin hevur fingið at vita frá spaniumonnum, at øll fimn skipini verða bygd og latin norðmonnum sum avtalað.










