Í sambandi við at Páll á Reynatúgvu, tingmaður Tjóðveldisfloksins í Sandoy, hevur biðið Løgtingið um sjúkrafarloyvi, hevur Meiken Krabenhøft úr Skopun fyribils tikið sæti á tingi.
Meiken stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsvalið í januar og gjørdist nummar tvey á lista Tjóðveldisfloksins í Sandoy.
Tjóðveldisflokkinum kunnugt, er hetta fyrstu ferð, at ein kvinna úr Sand-oyar valdømi hevur sitið á tingi.
Frammanundan hevur Tjóðveldisflokkurin størstu kvinnuligu umboðanina á tingi. Meðan Maiken Krabenhøft situr á tingi, er henda umboðan økt úr einum fjórðingi upp í meira enn triðingin.