Fríggjadagin skipaði SEV fyri fyrsta umboðsnevndarfundið, har hurðarnar vórðu latnar upp fyri almenninginum. Seinasta árið hevur SEV verið fyri nógvum ákoyringum um, at stovnurin er ov afturlatin, og á seinasta umboðsnevndarfundið varð tí samtykt at lata hurðarnar upp fyri almenninginum.
Hans Tausen Olsen er umboðsnevndarformaður í SEV, og hann greiðir frá, at fyrsti almenni fundurin eydnaðist ómetaliga væl.
-Hetta var besti fundur, eg havi verið á í míni tíð í SEV. Alt gekk sum eftir ánni, sigur umboðsnevndarformaðurin í SEV, Hans Tausen Olsen.
Hann leggur afturat, at nógvir relevantir og góðir spurningar komu frá áhoyrarunum, og hetta setti sín dám á orðaskiftið fríggjadagin.
Hægri krøv
Hans Tausen Olsen sigur, at nýggja skipanin setur hægri krøv til SEV-stýrið.
-Nýggja skipanin krevur bæði, at stýrið og fundarstjórin eru betri fyrireikað til fundirnar. Vit hava gjørt av, at halda tíðindafund fyri fjølmiðlunum, áðrenn hvønn umboðsnevndarfund, og tað setur eisini hægri krøv okkum. Persónliga kann eg bert siga, at eg nýtti meir til at fyrireika meg, enn eg havi gjørt áður, sigur Hans Tausen Olsen.










