Fyrsta árið sum partafelag

Telefonverk Føroya Løgtings varð í 1998 umskipað til partafelagið P/f Telefonverkið, ella í dagligari talu, Føroya Tele

Føroya Tele hevur í dag havt sín fyrsta vanliga aðalfund har ársroknskapurin fyri 1998 varð góðkendur. Eisini fór fram nevndarval, og hevur nevndin skipað seg.


Ársroknskapurin 1998

Úrslitið gjørdist 16,1 mill. kr., eftir at 6,0 mió. kr. eru settar av til skatt og 3,7 mill. kr. eru goldnar til landskassan í konsessiónsgjaldi og fyri rakstur av fjarskiftiseftirlitinum.

Nettosølan øktist við 16% úr 155,2 mió. kr. í 1997 upp í 180,1 mió. kr. í 1998. Vøksturin í nettosøluni stavar mest frá fastnettelefoni, internettænastuni og rokningararbeiðum.

Í 1998 vórðu íløgur gjørdar fyri íalt 107,3 mió. kr. íroknað fíggjarligar leasingavtalur á 40,4 mió. kr. samanborið við íalt 46,8 mió. kr. í 9197 og íalt 11,5 mió. kr. í 1996. Tær stóru íløgurnar knýta seg sum heild at tí tøkniligu dagføring, sum Føroya Tele hevur gjørt fyri


?at gera diditaliseringina av fjarskiftiskervinum í Føroyum lidna

?at seta í verk digitalu fartelefonskipanina GSM

?at fáa í lag avtalu um keyp av flutningsorku til uttanlandssamskiftið frá Tele Danmark

?at taka í nýtslu nýggja EDV skipan


Eginpeningurin í felagnum er við árslok 1998 101,0 mió. kr.


Takstlækkingar og

-broytingar

Leiðslan hevur avgjørt at fremja ymiskar takstlækkingar og takstbroytingar í 1999. M.a. lækkar vanliga telefongjaldið við 21% pr. 1. juni 1999, frá 88 oyrum pr. minutt niður í 70 oyru pr. minutt, samstundis sum eitt uppringingargjald verður sett á. Fyri ein miðalbrúkara er talan um eina nettolækking uppá 10%. Nærri verður greitt frá hesum seinni.


Nevnd felagsins

Aðalfundarvaldir nevndarlimir eru Jógvan E. Ellefsen, advokatur, Ari Johanneson, fulltrúi, Bergthór Halldórsson, tekniskur stjóri og Reidar Nónfjall, stjóri, meðan starvsfólkið hjá Føroya Tele hevur valt Anniku Johansen og Janus Djurhuus í nevndina. Nevndin hevur skipað seg við Jógvan E. Ellefsen sum formanni og við Ari Johanneson sum næstformanni.