Fyrsta floks!

Stórband og sangarar settu dám á mikukvøldið í Norðurlandahúsinum. Jazzfestivalurin byrjaði og jazzurin svingaði, men væl undirhildin og hugsunarsom fóru fólk gjøgnum vátakava til hús, tá Bjørn Eidsvåg, fyrrverandi prestur, hevði sungið sínar hugtakandi vísur.

Orð og myndir:

Dagfinn Olsen


Nú skal ein vera varin við at nýta allar tær flottu og mergjaðu yvirskriftirnar beinanvegin, men fyrsta kvøldið á 15. Jazzfestivalinum gekk sera væl og hevði ymiskt spennandi at bjóða.

Brandur Øssursson stóð á odda fyri Jassunum í Klingruni, tá byrjað varð kl. 19:30. Stórbandatónleikur fylti hølið, nýggj og eldri løg. Har var In The Mood og Footloose. Okkurt til øll og swingdámurin breiddi seg. Manningin er samansett av næmingum á Musikkskúlanum og stuttligt var at hoyra ungu solistarnar, tá teir skiftust at reisa seg og spæla solo. Óivað verður onkur teirra aftur á plakatini um nøkur ár.

Nógv fólk var ikki at byrja við, mest mundu tað vera foreldur, men so smátt fyltist salurin og tá Born To Be Wild rungaði var fitt av fólki og rætti stemmningurin var har. Hugaligt!

Setanin

Síðani varð farið inn í konsertsalin, har Peter Turtschaninoff, stjóri í Norðurlandahúsinum, setti Tórshavnar jazz, fólka og blues festival ?98. Nýggjur stjóri er settur at byrjað í húsinum komandi ár, so hetta var síðstu ferð, Peter setti festivalin. Hann nevndi m.a. Brand Øssursson, ið er høvuðsfyrireikari. Peter ivaðist ikki í, at Brandur er blivin ein legenda í jazzumhvørvinum hjá okkum og eisini kring um í heiminum - norðanlondum. Síðani fekk Brandur handað blómutyssi.


Für Elise

Elise Einarsdotter úr Svøríki fór síðani á palin við sínum ensemble. Hon leikar klaver og sigst vera eitt tað besta umboð, ið sviar eiga, tá um altjoða tónleik ræður.

Í skránni fyri festivalin fær

hon nógv rósandi orð og greitt verður frá um tónleikalív hennara.

Og hon skuffaði neyvan nakran, soleiðis kann tað sigast, um ein skal nýta tað, ið danir kalla ?en underdrivelse?. Hon og tónleikarar hennara framførdu meistarliga. Elisa og bassleikarin Olle Steinholtz og trompetleikarin Johan Setterlind skriva tónleikin, ið má sigast at vera vælljómandi jazzur - ikki ov tungur, men tó so, at leikararnir prógvaðu, at talan var um 1. floks tónleik og leikarar. Gott!


Jaspis og Merzi

Jaspis er føroyska úrvalsstórbandið. So er tað sagt. Her savnast elitan. Og tað hoyrist.

At leiða bandið høvdu fyrireikararnir fingið danan Jens Klüver og hann og Jaspis tóku sanniliga áhoyrararnar á bóli. Har var nýtt og gott gamalt. Stórbandtónleikur, ið kravdi, at allir hesir mongu leikarar stundisliga (ofta beint áðrenn ein roknaði við) settu føtur í spenni, og blástu og markeraðu, so tað stóð eftir í: præcistiónstónleikur, kann tað kanska nevnast.

Spælið var framúr. Víst eiga føroyingar dugnaligar tónleikarar, men vit hoyra teir ov sjáldan, tí bróðurparturin skal flúgvast heim úr útlondum. Tað er spell.

Merzi kom á pall at syngja saman við Jaspis. Frálík songkvinna, ið megnaði væl at syngja og svinga við úrvalsliðnum aftanfyri seg. Hetta er hon eftir skránni at døma eisini von við, tí hon hevur tvey stórbond, ið hon vanliga syngur við. Annars virkar hon eisini sum trubadurur við egnari rødd og guitari.

Stuttligt var at síggja hvussu væl og skemtiliga Merzi samskifti við orkestur, leiðara og áhoyrarafjøld.

Tá hon at enda sang kenda gamla lagið Proud Mary, tá var tað, sum var festivalurin byrjaður av álvara. Fleiri fólk vóru komin í húsið og Merzi og Jaspis swingaðu, so neyvan nakar fekk hildið beinini í frið.


Svartskygdi skemtarin Bjørn

Bjørn Eidsvåg. Hann var góður, einfaldari kann tað ikki sigast. Hjá okkum, sum høvdu verið í húsinum síðan byrjan, var nú vorðið seint.

Hetta skundaði Bjørn sær at hava á orði. Hann helt, at onkur helst var troyttur nú, og tí hevði hann avgjørt at gera skjótt av, so vit sluppu heim til hús.

Sera skemtiligt, ísurin var brotin og Bjørn megnaði frá fyrstu stund at skapa samband millum fjøldina og teir á pallinum. Við sær hevði hann ein guitarleikara og ein bassleikara. Hesin bassleikarin, segði Bjørn, hevði stóran týdning fyri seg, tí hann framleiddi eisini pláturnar og teir arbeiddu nógv saman.

Bassleikarin hjá Bjørn Eidsvåg leikti eisini guitar og skemtiligt var, at hann tá setti seg á stóra kontrabassin at spæla. Eisini nýtti hann av og á bassin sum trummur. Dugnaligur og skemtiligur!!

Bjørn hugtók við sínum vísum, har teksturin hevur stóran leiklut. Bjørn Eidsvåg rúnarbant millum vísurnar við søgum og minnum, ið høvdu tilknýti til vísutekstirnar.

Men alla tíðina var ein undirtóni av skemti við, sjálvironi. Bjørn greiddi frá, at vanliga gjørdust fólk so tunglynt, sum konsertin leið, tí allar vísurnar vóru so tristar....


Prestur

Har vóru vísur frá tíð hansara sum sjúkrahúsprestur. Um fólk, ið hann tá hitti. Og hann skemtaði sær við at greiða frá, at á bygd í Noreg var tað so, at tað var ikki altíð hildið nógv um fólk, ið vildu verða sædd - sum stungu nøsina fram. Soleiðis er tað sjálvsagt ikki í Føroyum, legði hann afturat...

Og fólk hugnaðu sær og flentu. Men eisini tíðin sum barn og ungdómur, ið hevði áhuga í rútmiskum tónleiki, í tí religiøsa bygdasamfelagnum í Noreg, kom upp í part.

Og presturin Bjørn, sum í 8 ár hevur livað sum vísusangari, legði ikki fingrarnar ímillum: Á egnum kroppi merkti hann ta øgiligu megi, ið eldru fólkini í meingheitini nýttu at noktaðu honum hesa leið; hóttanir um helviti skelkaðu hann.

Bjørn vildi fram til, at boðskapurin var ein gleði- og kærleiksboðskapur, ikki dømandi og helvitishóttandi. Einki menniskja hevði rætt at seta seg so høgt, at tað dømdi eitt annað.


Sja-la-la

Jú, Bjørn gav áhoyrarunum okkurt at hugsa um, men ongantíð gloymdi hann skemti og samskiftið við fjøldina. Tað kendist ongantíð, sum vit sótu niðri í salinum og hann stóð har uppi á stóra pallinum.

Tað er so, greiddi Bjørn frá, at eg vil so fegin verða minstur sum tann tungi, filosofiski vísuyrkjarin. Aftur fekk hann fólk at flenna.

Men hann hevði ein lívligan sang, sum varð skrivaður sum parodi, tí ein útgávustjóri hevði biðið hann skrivað ein glaðan sang. Hesin bleiv eitt hitt, og allastaðir tann dag í dag má Bjørn spæla henda sang, ið nevnist Sja-la-la. Har ruku so ætlanirnar um tunga vísuskrivaran.

Fín konsert og at enda hildu vit okkum kenna Bjørn so væl, at tá hann at enda gloymdi eitt vers í eini vísu, so gjørdi tað púrt einki. Hann var - so at siga fyrigivin beinanvegin(!)

Væleydnað kvøld.

Útkomin møtti vátakavi okkum í myrkrinum, men tað hevur neyvan nakað við kvøldið sum heild at gera, tí vit kundu taka undir við Bjørn! Sja-la-la!