Fyrsta fløgan hjá The Ghost komin

The Ghost sá dagsins ljós í 2007, og hava síðani skrivað og vrakað, goymt og gloymt. Men nú er so ein fløga komin frá bólkinum. Ein stakfløga er eisini úti, ?City LIghts? og eitt videolag, sum kann finnast her: til www.youtube.com/watch

 

Fløgan er komin út í eitt nú Týsklandi, og hevur fingið sera góð ummæli har.

Eitt nú skrivar blaðið Star Magazine, at Filip Mortensen og Urbanus Olsen helst eru tað besta, sum nakrantíð er komið úr Føroyum.

 

Tha Daily Star skrivar, at tónleikurin er livandi og smittandi, og økir um summarhugin hjá áhoyrarunum.

 

Aftrat hesum bløðunum hava fleiri ummælarar sagt sína hugsan um The Ghost, og allir sum ein hava teir verið ógvuliga jaligir.

 

-Vit hava júst verið á einari lítlari konsertferð i Týsklandi og Eysturríki og har hevur gingist sera væl, menn eri glaðir, greiður Filip Mortensen frá.

 

Næsta framførslan frá The Ghost í Føroyum verður fríggjakvøldið á G! Festivalinum.