Fyrsta føroyska íløgufelagið stovnað

Kaupthing Føroyar hevur, saman við Sparikassanum og øðrum, stovnað fyrsta serføroyska íløgufelagið. Eitt av endamálunum er at seta ferð á føroyska virðisbrævamarknaðin, tá hann kemur, men í fyrsta umfari verður hugt út um landoddarnar

Sveinur Tróndarson


Fyrsta serføroyska íløgufelagið er nú stovnað. Fyri kortum tók Kaupthing Føroyar stig til at seta á stovn Íløgufelagið Kaupthing Føroyar Invest, og tá reglugerðir og annað er góðkent einaferð í desember, verður farið ígongd við at selja íløguprógv.

Á tíðindafundi í hølunum hjá Kaupthing Føroyar í gjár, greiddi stjórin í Kaupthingi, Petur Holm frá íløgufelagnum, sum verður býtt í tvær deildir. Ein, sum skal gera íløgur í norðurlendsk partabrøv, meðan hin deildin skal gera íløgur í lánsbrøv í donskum krónum.

Hóast felagið er stovnað sum eitt føroyskt felag, so er tað kortini ikki meira føroyskt enn so, at felagið í fyrsta umfari hevur heimstað í Danmark. Lóggávan, sum skal verða grundarlag undir slíkum feløgum her á landi, er ikki lýst, og enn vita aktørarnir á fíggjarmarknaðinum einki um nær henda lóggáva verður sett í gildi. Tí er felagið stovnað eftir danskari lóggávu og við heimstaði í Danmark.


Altjóða felag

Í lóggávuni fyri slík feløg, stendur, at minstaupphædd fyri íløgum er 10 milliónir í hvørjari deild. Hóast tað sjáldan plagar at vera nakar trupulleiki at røkka hesi upphæddini, so er ikki óvanligt, at fáa ein peningastovn at seta trygt fyri, at upphæddin verður seld.

Hesari trygd er Sparikassin, sum eisini er samstarvsfelagið hjá Kaupthingi, komin við, og tað merkir, at verða bara átta milliónir seldar í íløguprógvum, so keypir Sparikassin tær seinastu báðar milliónirnar.

Tá hugt verður eftir, hvussu nógv stendur á bók í føroysku peningastovnunum, so skuldi ikki fari at verið nakar sum helst trupulleiki, at fingið fatur á teimum 20 milliónunum, sum í minsta lagi skulu í felagið.

Fyri at rudda allan slíkan iva burtur, er nevndin í felagnum manna við fólki frá altjóða deildum Kaupthings, sum á tann hátt, eisini fáa serligan áhuga fyri føroyska íløgufelagnum. Tí er heldur ikki óhugsandi, at útlendingar fara at keypa íløguprógv í »føroyska« íløgufelagnum, sum á tann hátt kemur at kappast við onnur íløgufeløg.


Føroyski virðisbrævamarknaðurin

Sum kunnugt hevur nógv verið tosað og skrivað um ein føroyskan virðisbrævamarknað. Hesin er á veg, men tað fer helst at taka nøkur ár, áðrenn hann fer at standa í fullum blóma. Á tíðindafundinum var ikki dult, at eitt av endamálum felagsins er, at virka á føroyska virðisbrævamarknaðinum fyri á tann hátt, at fáa gongd á eina menning av føroyskum vinnulívi.

Bæði Peter Holm, Wilhem Petersen og Marner Jacobsen vístu á týdningin fyri virðisbrævamarknaðin, at hava eitt slíkt íløgufelag, sum skal gera íløgur í føroysk feløg, sum einaferð koma á marknaðin.

Tað verður Kaupting Føroyar, sum skal hava raksturin av íløgunum hjá nýggja felagnum um hendi, um enn tað er nevnd felagsins, sum hevur Wilhem Petersen til formann, sum hevur ábyrgdina av felagnum.

Íløguprógvini vera at fáa til keyps í Kaupthingi og í Sparikassanum.