Í morgin, leygardagin 21. mai, og sunnudagin skulu noðurlendsku meistararnir anno 2016 í judo finnast.
NM-kappingin verður hildin í Noregi í býnum Larvik. Talan er um stóra kapping, har útvið 500 luttakarar úr ymsu norðurlondunum taka lut í kappingini.
Føroyar hava fimm leikarar við í kappingini, og luttaka teir í seks ymsum greinum.
Áhugavert er at nevna, at á fyrsta sinni luttekur ein føroysk kvinna í kappingini. Tað er 24 ára gamla Sanna Nolsøe Djurhuus úr Kollafirði, sum lesur í Oxford og venur judo har. Rebekka Johnsdóttir hevur áður umboðað Føroyar, men tað var í kappingini kvinnuunglingar.
Tveir unglingar eru eisini við í kappingini - hesir eru Bárður Hentze Lenvig og Torkil Jógvansson.
Harafturat luttaka tveir menn, Nicolaj Skoubo og Sigmundur Johansen. Sigmundur luttekur eisini í kappingini fyri veteranar, tað er fyri leikarar, sum eru yvir 30 ár.
Ferðaleiðari hjá føroyska ferðalagnum er Sofus Debes Johannesen, ið eisini er formaður í føroyska judosambandinum.