Fyrsta føroysk-italska orðabókin

Út er komin fyrsta føroysk-italska orðabókin. Tað er italumaðurin Gianfranco Contri, sum hevur gjørt orðabókina í samstarvi við fleiri fólk

Føroya Fróðskaparfelag gevur í samstarvi við Orðabókagrunnin nú út føroysk-italska orðabók. Talan er um eina orðabók, ið telur 14.850 leitiorð við týðingum og dømum. Hon telur tilsamans 636 síður.
Tað er italiumaðurin, Gianfranco Contri, sum seinastu 10 árini hevur sitið og arbeitt við orðabókini. Fyrstu ferð hann var í Føroyum var fyri góðum 20 árum síðani, og hevur hann síðan vitjað javnan til landið. Í 1995 kom hann aftur til Føroya at leggja lunnar undir orðabókina, sum í dag er veruleiki.
? Eg minnist, tá eg fyrstu ferð var í Føroyum. Tá fór eg inn í ein bókhandil og spurdi eftir eini føroysk-italskari orðabók, men hon var sjálvsagt ikki til, segði Gianfranco Contri á móttøku í Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya seinnapartin hósdagin.
Nógv fólk hava havt tilknýti til orðabókina, og tað sást eisini aftur á Føroyamálsdeildini hósdagin, tá loftið var fullsett.

Ein dreymur
Endamálið við orðabókini er at geva fólki í Italia og Føroyum eitt amboð, sum tey kunnu brúka til at vita meira um mál og mentan hvør hjá øðrum.
Snotiliga orðabókin er í lummastødd, fyri at hon skal vera løtt hjá ferðandi at hava uppi á sær.
? Ein kann siga, at hetta er ein dreymur, sum er vorðin til veruleika, segði Gianfranco Contri á móttøkuni. Tosað var á italskum, føroyskum og enskum, so tryggjað var, at øll tey, ið tilstaðar vóru, skiltu, hvat gekk fyri seg.
Gianfranco Contri legði dent á, at tað vóru nógv fólk, ið hava verið sera týdningarmikil fyri at orðabókin kundi gerast veruleiki. Seinastu tíðina hevur hann havt sætið á Fróðskaparsetrinum, har hann hevur arbeitt við orðabókini.
Samstarvað hevur verið við Jógvan í Lon Jacobsen, Eyðun Ranváarson Jensen, Óla Mortensen, Galileo Ferraresi, Massimo Lazzerini og Heina Justinussen.
Tað er Ole Wich, ið hevur gjørt kápumyndina, og hann hevur annars eisini staðið fyri grafikkinum. Einars Prent hevur umbrotið, prentað og heft.
Føroysk-italska orðabókin kostar 320 krónur í bókhandlunum.