Fyrsta bilasøla sum fekk ISO9001 góðkenning

Ivan Johansen Bilar er fyrsta føroyska bilasølan við altjóða góðkenning á ISO9001:2000 stigi

Ivan Johansen Bilar er fyrsta føroyska bilasølan við altjóða góðkenning á ISO9001:2000 stigi

Fyri at lúka øll krøv og fáa endaliga góðkenning, hevur í drúgva tíð verið arbeitt við at fáa góðskuna og tænastuna hjá fyritøkuni at liva upp krøvini, sum góðkenningin krevur.

Skipanin ber í sær, at fastar mannagongdir eru um øll viðurskifti so sum starvsfólkapolitikk, samstarvsavtalur, amboðskanningar, goymslu, sølu. Og viðskiftafólk fáa nú spurnarblað, har tey kunnu siga frá, um tey eru nøgd við tænastuna hjá fyritøkuni ella ikki.