Fyrst skrásetta felagið kann gerast startskotið til at VMF kemur á flog

Skrásetingin av Atlantic Petroleum kann gerast byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið við føroyskari upparing í virðisbrøv, vónar Sigurd Poulsen, stjóri á Virðisbrævamarknað Føroya

VIRÐISBRÆVAMARKNAÐUR
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com


Tá stjórin fyri Virðisbrævamarknað Føroya, Sigurd Poulsen, sum ikki er kendur fyri at brúka óneyðuga sterk orð, kallar tann 15. juni ein »merkisdag«, so liggur nógv aftanfyri. Endiliga fær Virðisbrævamarknaðurin eitt veruligt høvi at náa út við sínum boðskapi til føroyingar um at seta pening í føroysk virðisbrøv. Atlantic Petroleum við sínum 3,000 føroysku partaeigarum hevur víst vegin, og vit hava fingið okkara fyrsta partafelag skrásett á VMF.
Í sambandi við at Atlantic Petroleum ? sum fyrsta felag nakrantíð við føroyskum kapitali sum grundarlag ? nú er skrásett á virðsbrævamarknað, skipaði Atlantic Petroleum skrásetingar dagin, mikudagin tann 15. juni, fyri einari serligari móttøku. Kjartan Hoydal, nevndarformaður í Atlantic Petroleum, beyð vælkomin; Jóannes Eidesgaard løgmaður talaði um føroyskt vinnulív, oljuvinnu og virðisbrævamarknaðin við atliti til menningarætlan Landsstýrisins; Wilhelm Peter-sen, stjóri í Atlantic Petroleum, greiddi frá hví felagið er vorðið skrásett; Sigurð Poulsen, stjóri í VMF og Landsbanka Føroya, greiddi frá um Virðis-brævamarknað Føroya sum ein mennandi møguleika hjá føroyskum fyritøkum; Thorður Friðjónsson, stjóri fyri ICEX, segði frá um ICEX og týdning tess fyri menningina av íslendska vinnulívinum og búskapinum sum heild; Petur Holm, stjóri fyri Kaupthing Føroyar, greiddi frá verkætlanini við skrásetingini av Atlantic Petroleum.
»Hetta er eini merkisdagur,« segði Sigurd Poulsen, tá vit hittu hann á máli beint áðrenn móttøkuna fyri at spyrja hvat hann fór at tosa um. »Vit hava síðan november 2003 havt fýra lánsbræva seriur noteraðar á VMF, men nú fingu vit á fyrsta sinni eitt partafelag skrásett. Atlantic Petroleum hevði við árslok 2004 eitt virði upp á 196 milliónir; nú verður spennandi at síggja hvussu skrásetingin á Virðisbrævamarknaðinum fer at ávirka virðið á felagnum.«
Meðan meginparturin av íleggjarunum aftan fyri lánsbræva røðirnar sum eru skrásettar á VMF er útlendskir sokallaðir institutionellir íleggjarar, so er øðvísi við Atlantic Petrole-um og væntandi eisini við øðrum føroyskum partafeløgum sum eftirhondini kunnu hugsast at verða skrásett á marknaðinum.
»Atlantic Petroleum er eitt gott dømi um felag við einum breiðum, føroyskum eigaraskara,« segði Sigurd Poulsen. »Væntandi verður tað fyri tað mesta føroyskir íleggjarar sum koma at vísa føroyskum feløgum áhuga, hóast tað mest er útlendingar sum gera íløgur í tey lánsbrøv vit hava skrásett. Íleggjarar krevja varierað útboð men hyggja vit at Íslandi so ber til at gera ein fungerand lítland marknað sum tann føroyska, serliga tá vit kunnu brúka ta íslendsku skipanina sum grundarlag. Vit kunnu fáa góðan likviditet í ein føroyskan partabrævamarknað um fleiri fyritøkur gera sum Atlantic Petroleum. Við at lata seg skráseta fáa partafeløg likviditet og lættari atgongd til útlendskan kapital; við at fylgja teimum strongu krøvunum um upplýsing við meira, fáa hesar fyritøkur ein bygnað sum kann styrkja tær í altjóða høpi.«
Í sínari ?business plan? sum VMF gjørdi í juni 2003, varð sett sum mál at í 2007 skuldu finnast 9 partafeløg skrásett á marknaðinum, 5 lánsbræva røðir og 2 íløgufeløg (mutual fonds); tað samlaða noteraða virðið skuldi mótsvara 30 procent av tí føroysku brutto tjóðar úrtøkuni.
»Hyggja vit eftir status ídag so sæst at vit eru umleið eitt ár afturúr tá tað snýr seg um partafeløg; viðvíkjandi lánsbrøvum liggja vit trý ár framman fyri ætlanina; hvat viðvíkur íløgufeløgum so tykist tað torførari at fáa tey skrásett. Hyggja vit at tí samlaða skrásetta virðinum, so liggur tað ídag um eini 20 prosent av BTÚ og tað má sigast at vera lutfalsliga lágt.«
Málsetningurin var eisini at fáa 3-4 meklarar knýttar at marknaðinum í 2007; her er støðan rímiliga góð.
»Vit hava sum er tveir meklarar sum eru limir í skipanini hjá marknaðinum; teir eru Kaupthing og Føroya Sparikassi,« segði Sigurd Poulsen. »Eg vóni og rokni eisini við at í øllum førum ein kemur afturat.«
Ein annar táttur sum kann koma at viga nógv fyri VMF er føroysk eftirlønar uppsparing.
»Vit rokna við at við einum vøkstri upp á einar 600 milliónir um árið, sum er møguligur um arbeiðsmarknaðurin kann semjast um hetta, so verður tann samlaða skrásetta upphæddin einar 10 milliardir,« segði Sigurd Poulsen.