Í seinnapartssendingini á Rás 2, sum upplegg til táttin "Vikan, ið fór," ger Jonhard Hammer, stjóri á Rás 2, viðmerkingar til kjakið um sendingarnar hjá Óla Breckmann á Rás 2, ið nú hevur fingið Kringvarp Føroya at kæra Rás 2 fyri fjølmiðlanevndini.
Sendingarnar eru fyrst og fremst undirhald, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás 2, men tá tað er sagt, so er fáur, ið dugir so væl at fáa fólk at kjakast sum Óli Breckmann, heldur hann.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Jonhard Hammer.