Fyrst Nólsoy, síðani Tórshavn

    

Tórshavnar Kamarkór hevur konsertir í skúlanum í Nólsoy Kristi Himmalferðardag kl. 16.00, og í skálanum í Tórshavnar Kommunuskúla sunnudagin 1. juni. kl. 16.00.
Konsertskráin hjá Kamarkórinum er fjøltáttað. Her verður sungið á móðurmálinum, á russiskum, á týskum, á donskum, á svenskum, á latíni og á enskum máli.
Tórshavnar Kamarkór hevur 24 sangarar. Dirigentur er Leif Hansen, sum er undir útbúgving á lærda háskúlanum í Aalborg. Leif hevur stjórnað kórinum í eitt ár, og fer nú aftur undir lesnað.
Tórshavnar Kamarkór hevur áður verið at hoyrt í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og í gongugøtuni í Tórshavn. Nú fer kórið so til Nólsoyar Kristi Himmalferðardag, og síðan í Komm-unuskúlan, at syngja.
Tað er altíð hugaligt at fara út um Havnina at syngja, tó at tað eisini er sera áhugavert at syngja í Kommunuskúlanum, sum er eitt einastand-andi gott høli til kórkonsertir.