Fyrst loyvið so skip

(Greinarøð) *** Hvat eitt loyvið var vert í gjár er søga, tað áhugaverda er hvat eitt loyvi er vert ídag, ímorgin og í framtíðini. Hvat virðið var í gjár kann ikki brúkast til nakað. Virðið er nú einaferð tað, sum keypari og seljari blíva samdir um tá ein handil verður undirskrivaður. Tað er veruliga virðið av skipi og loyvið pluss minus alt annað!

Eins og taxabilarnir í Manchester hava tvey ymisk virði, so hava skip og loyvi í Føroyum eisini tvey ymisk virði - eitt fyri skipið og eitt fyri loyvið. Oftast er loyvið munandi meira vert enn skipið.

Fyrst og fremst verður virðið ásett eftir hvussu nógvan pening loyvið kastar av sær. Virðið veksur um loyvið er galdandi í eitt langt tíðarskeið. Loyvið veksur enn meira í virði, um eftirspurningurin eftir loyvunum er størri enn útboðið – eisini eftirspurningur frá útlendingum. Eru fá myndugleikakrøv veksur virðið, og virðið minkar um avmarkandi treytir fylgja við. Eru loyvini trygg, so at peningastovnarnir kunna fá pant í veiðuloyvi beinleiðis ella óbeinleiðis og harvið vilja fíggja virksemið, ja so sigur tað seg sjálvt at virðið veksur enn meira.

Manningaravtalurnar fyri skipabólkin ávirkar beinleiðis virðið á loyvinum. Er manningaravtalan góð fyri reiðaran so veksur virði. Um stórur partur av veiðuvirðinum verður útgoldið í hýru minkar virðið.

Hinvegin er eitt fiskiloyvi lítið og einki vert, um tey einki kasta av sær fíggjarliga. Eitt nú tá vánaligar manningaravtalur ella krevjandi myndugleikakrøv eru knýtt at einum loyvi. Er loyvið ótrygt ja so fellur virðið ímóti null beinanveg. Verða so útlendingar útihýstir frá at eiga loyvini, ja so minkar virðið enn meira hjá teimum, sum eiga loyvini. Heilt galið blívur um eingin vil fíggja.

Uttan iva hevur tað størst týdning, um ein loyvishavari í praksis eigur loyvið ella ikki. Hvussu trygt er loyvið. Tað er her stóra óvissan er.


Pelagisku loyvini

Í dag hava pelagisku loyvini stórt virðið. Einaferð í tíðini vóru tey nærum virðisleys.Virðið á Varðanum í Gøtu var í fjør nógvar milliardir vert um prísirnir í 2011, sum skip í Norra og Danmark, ið kunnu samanberast við skipini hjá gøtumonnunum, við pelagiskum veiðiloyvum vóru seld fyri, og við grundarlag í teimum veiðurættindum og treytum, sum skipini hjá Varðanum høvdu í 2011.

Men hvat loyvini eru verd næsta ár, tað veit eingin! Men tað er tað sum hevur týdning. Loyvið verður tað vert sum ein møguligur keypari metur fortreytirnar fyri at vinna pening uppá loyvið samanborið við váðan. Verður staðfest, at loyvini í prinsippinum eru rullandi og vara ævigt , ja so er virðið enn størri og sjálvandi minni um váðin veksur. Broytast fortreytirnar, so gøtumenninir í framtíðini skulu kappast á einum fríum marknaði við kinesarar, russar, hollendingar, skotar, írar, íslendingar og norðmenn um rættin at fiska, ja so verða loyvini teir hava ídag kanska einki verd. Fara nýggju føroysku skipini at kappast við gomul skrottaði skip um allan heim og øll fáa sama rætt at bjóða frítt um rættindini, uttan at somu treytir um manningarsáttmálar, landingarskyldu o.t. fylgja við, ja tá verður virðið á teirra loyvi einki vert.

Vit kunna hugsa okkum eina støðu,at gamli Tróndur og nýggi Tróndur í Gøtu skulu bjóða ímóti hvørjum øðrum á eini uppboðssølu av veiðirættindum við Føroyar. Gamli Tróndur hevur við kinesiskum eigarum lítla og onga skuld og við kinesiskari manning lítlar og ongar hýruútreiðslur. Gamli Tróndur kemur altíð, eg endurtakið altíð, at kunna bjóða ein hægri prís fyri veiðurættindini enn nýggi Tróndur við stórum avskrivingum og við føroyskari manningaravtalu. Úrslitið verður tá, at viðrið á gamla Trónda veksur, tí nú kann hann fiska við at keypa eitt loyvi meðan virðið hjá loyvinum á nýggja Trónda í Gøtu fellur niður í einki . Á tann hátt blívur Føroyar eitt paradís fyri gamalt skrott.

So virðini á pelagisku loyvunum í morgin kunna vera alt frá null til óendaligt. Tað má man kalla stóra spreiðing vegna stóra óvissu.

Hví vóru pelagisku loyvini so nógv verd ígjár ?

Tí tey kasta so nógvan pening av sær!

Hví kasta tey so nógv av sær?

Eigararnir hava lagað flotan til loyvini í eini tjúgu ár, soleiðis at veiðutól og rættindir javnviga. Hvørt skipið er betur enn annað, og tey passa perfekt til loyvini.

Hvussu hava teir gjørt tað?

Teir hava keypt skip og loyvi upp, selt skipini og fingið nýggj skip at leggja loyvini á. Gomlu skipni eru skrottaði. Eftir eru nýggj skip við stórum og góðum loyvum (sami leistur sum taxasjaførurin í Manchester brúkti).

At skipini í bólkinum “Nótaskip” eru so nógv verd, er stutt og greitt tí, at eigararnir hava verið framúr dugnaligir at gera íløgur í og at umsita loyvir. Teir hava keypt upp loyvi til “marknaðarprís” seinastu tjúgu árini, og so hava teir lagað veiðutólini til loyvini. Teir hava dugað betur enn aðrir at umsita loyvi og at rationalisera vinnutólini. Nakrir hava viljað keypt og aðrir viljað selt, keypari og seljari eru vorðnir samdir um ein prís, longri er tann søgan ikki. Seljari er farin út úr vinnuni við einum posa av pengum og hinir sita eftir við loyvum. Teir hava torað at gjørt íløgur og hava gjørt íløgur í røttu vinnutólini. Við stórum váða fylgir møguleiki fyri stórum vinningi. Vanligt business!

At marknaðurin hevur verið við, og teir duga eisini væl at fiska og reka skip, ger tað bara enn betri.

Teir hava dugað at vart um loyvini, so tey hava verið intakt í einum bólki. Teir hava dugað at vart fyri, at aðrir skipabólkar og reiðarar hava fingið part í teirra fiskiskapi – eins og aðrir skipabólkar verja um síni rættindir.

Hinvegin eru teir í mun til aðrar bólkar slopnir undan flest øllum myndugleikakrøvum. Virksemið hevur ótarnað hildið lív í nógvum samfeløgum í Norra, Íslandi, Skotlandi og Danmark. Men tað letur til at vera søga, so at tað nú vera fylgja treytir við um, at hesin bólkur eisini skal skapa virðir í Føroyum.

Men helst er høvuðsfrágreiðingin, at tað við gamla Trónda í Gøtu og seinni staðfest við nýggja Christian í Grótinum og Krúnborg eydnaðist at fáa nýggja manningaravtalu í lag við manningarfeløgini. Tá fór samlaði kostnaðurin til manningina munandi niður í prosentum - men nógv upp í útgoldnum krónum. Manningarfeløgini eiga rós uppiborið fyri skilagott og framskygt fakfelagsarbeiði. Tá fór at bera til at reka stóru pelagisku skipini. Men best av øllum var, at allir partar vóru vinnarar: Manning, reiðarí og ikki minst føroyska samfelagið. Hevði tann avtalan ikki komið tá, er ivasamt, um nøkur pelagisk vinna av týdningi hevði verið í dag yvirhøvur.

Um loyvini eru dýr ella bílig, veldst um, hvør tað er, sum metir um. Onkur vil siga, at tey pelagisku loyvini hjá feløgunum í Felagnum Nótaskip eru dýr, onnur siga at føroysku pelagisku loyvini eru sera bílig! Dýr tí tey eru so ótrygg ella bílig, tí tey kasta so nógv av sær og at potentiali er óendaligt!

Stóra óvissan í Føroyum er, hvussu álítandi loyvini eru!


Hví eru so línuloyvini so lítið verd?

At línuskipini hava tørv á bráðfeingishjálp, tí tey hóra ikki undan, hevur javnan verið frammi í almenna rúminum. Tíðindi eru ofta um, at línuskip ikki fáa fólk.

Hví eru línuloyvini so lítið verd?

Svarið er einfalt. Línuskipini kasta alt ov lítið av sær. Eigararnir vinna ov lítið av pengum til at endurnýggja flotan.

Hví kasta línulovini so lítið av sær?

Línuskipini hava eitt ógvuliga avmarkað øki at veiða á. Eisini eru treytirnar, sum fylgja við loyvunum so avmarkandi, eitt nú strong myndugleikakrøv um avmarkingar í útlendskar landingar, at tey ikki kunna frysta umborð tí tey skulu skapa arbeiði á landi, serligar avmarkingar í samband við endurnýgging av fiskifari o.s.fr. Ein røð av forðingum fyri lønsemi.

Men fyrst og fremst er tað manningaravtalurnar, sum gera, at hvørki skip ella menn vinna pening. Trupulleikin er ikki, at manningin fær ov nógv, men at har er einki at býta millum reiðarí og manning. Skipini vinna ikki pening, m.a. tí at manningin fær útgoldið stóran part av veiðuvirðinum í hýru. So tað sigur seg sjálvt, at har er eingin peningur hjá reiðaríunum eftir at arbeiða við. So tað má vera logiskt fyri øll, at hesin bólkurin má vera í trupulleikum. Tað er einki galið á heimsmarknaðinum fyri tosk og hýsu yvir tíð, so tað er ein føroyskur strukturellur trupulleiki!

Harafturat hava línuskipini, sum einasti bólkur í fiskidagaskipanini, ikki lagað flotan eftir umstøðunum og til rættindini, talið av línuskipum minkar ikki, sum í hinum bólkunum. Tað eru ov nógv skip í mun til avmarkaðu rættindini á einum avmarkaðum øki!

Symptomini um at línuloyvini mugu strukturerast hava verið týðulig í áravís. Tað hevur leingi verið trupult at fáa fólk! Ja, tað er akkurát har, trupulleikin er. Lønsemið er ov lítið í bólkinum! Tað eru ov nógv línuskip í mun til rættindini og lønsemið.


2018

Tað eru løgtingslimirnir, sum við fiskivinnupolitikkinum koma at avgera, hvat loyvini verða verd í framtíðini. Virðini kunna fáa alt frá einum fleirtals milliarda virði til einki virði, tað eru karmarnir og treytirnar sum avgera. Løgtingsfólkini mugu finna eina javnvág ímillum tað vinnuliga, lívfrøðiliga og fíggjarligu inntøkuna til landið.

Fyrr enn tað er ein felags uppfatan av hvat “fólksins ogn” merkir og hvat endamálið við lógini um vinnuligan fiskiskap skal vera ber stutt og greitt ikki til at koma víðari (ein seinni grein).