Fyrrverandi spunamaður uppi í blaðgølu

Bretska blaðið The Guardian vil vera við, at løgreglan fer í dag at handtaka Andy Coulson, sum er fyrrverandi spunamaður hjá David Cameron, forsætisráðharra. Coulson var blaðstjóri á blaðnum News of the World frá 2003 til 2007, og sambært The Guardian verður hann tikin í sambandi við, at blaðið hevur brúkt ólógliga telefonlurting. Gølan hevur vakt stóran ans, og Rupert Mursoch, sum eigur News of the World, hevur gjørt av at steðga blaðnum, sum hevur 168 ár á baki.

Sambært fjølmiðlunum var Andy Coulson vitandi um, at blaðfólk hjá News of the World brúktu ólógliga telefonlurting tey árini, hann var blaðstjóri á blaðnum. Tí vil løgreglan hava orð á hann, men væntandi verður hann latin leysur ímóti trygd.

Andy Coulson gjørdist fjølmiðlaráðgevi hjá David Cameron, tá hann segði blaðstjórastarvið frá sær í 2007, og aftan á valsigurin í 2010 setti Cameron hann til samskiftisstjóra hjá stjórnini. Men í januar í ár fór hann frá, tí fortíðin á News of the World spøkti alla tíðina.

David Cameron er í øðini um arbeiðsháttin hjá News of the World, og hann hevur kravt, at tey seku verða revsað.