Fyrrverandi prestakona vitjar

Í gjár fekk Sjómansmissiónin vitjan av Beate Højlund, fyrrverandi prestakonu í Kvívík. Á ferðini í Føroyum vitjar hon í Klaksvík, Gøtu, Nesvík, Sandi og í Kvívík

Vitjan

Beate Højlund kom til Føroya í gjár og fer avstað aftur mánadagin 10. oktober.
Á Føroya-ferðini fer hon at vitja sjómanskvinnuringarnar, men onnur enn kvinnurnar í sjómanskvinnuringunum eru eisini vælkomin.
Tað er nevniliga soleiðis, at kvøldini eru almenn, og Beate Højlund fer at tala og siga frá ymiskum, hon hevur upplivað.
Í gjárkvøldið var hon í KFUM/K í Klaksvík, har ringarnir í Norðoyggjum og onnur vóru við.
Í kvøld vitjar hon í kirkjukjallaranum í Gøtu; henda vitjan er fyri ringarnar í Eysturoy og onnur.
Í annaðkvøld vitjar Beate í Nesvík, har ringarnir í Streymoy og Vágum eru við.
Hóskvøldið heldur hon fram á síni vitjunarferð, og hesaferð er hon í Sands Missiónshúsi  og tá er tað fyri ringarnar í Sandoynni og onnur.
Allar vitjaninar hjá Beatu byrja klokkan 19.30  og øll tiltøkini eru sum nevnt almenn.
At enda verður hugnaløta í Glæmuni í Kvívík sunnukvøldið, 9. oktober klokkan 19.