Fyrrverandi muslimur úr Iran vitjar

Sunnudagin fær samkoman Lívdin eina rættiliga forvitnisliga vitjan

Talan er um iranaran, Massoud Fouroozandeh sum fer at tosa á familjumøtinum henda morgunin.
Massoud er fyrrverandi muslimur, men er í dag persónliga trúgvandi. Hann býr í Danmark og hevur byrjað fleiri samkomur har. Sjálvur er hann leiðari í einari samkomu í Odense, har hann býr saman við konu og børnum sínum.
Umframt virksemið sítt sum samkomuleiðari hevur hann eisini skrivað bókina “Den forbudte frelse”, sum hevur fingið sera góð ummæli.