Enski fótbóltsleikarin Daniel Sturridge er dømdur fyri brot á bretsku reglugerðina um vedding.
Tað hevur ein óheft dómsnevnd avgjørt, skrivar BBC Sport.
Ítøkiliga er Sturridge dømdur fyri at hava greitt beiggja sínum frá, at hann skuldi vedda, at framherjin fór at skifta til spanska felagið Sevilla. Ólógliga veddanin er komin fyri í januar 2018.
Í fjør skuldsetti enska fótbóltssambandið framherjan bæði fyri sjálvur at hava sett pening á fótbóltsdystir, og fyri at hava givið upplýsingar víðari til onnur, sum hava nýtt hesar upplýsingar til vedding.
Níggju aðrar skuldsetingar vórðu sleptar í avgerðini hjá dómsnevndini, og hesum fer enska fótbóltssambandið at kæra, sigur BBC.
Sturridge hevur í løtuni einki felag, eftir at sáttmálin við Liverpool gekk út fyrr í ár. Hann hevur fyrr leikt við millum annað Manchester City og Chelsea.