Fyrrverandi KÍ venjari hevur selt til Barcelona

Ove Flindt Bjerg, ið er fyrrverandi KÍ venjari, er nú partur av felagið, sum hevur selt málverja til spanska stórfelagið FC Barcleona.

Í 2004 og ein part av kappingarárinum í 2005 hevði KÍ ein danskan venjara, ið kallaðist Ove Flindt Bjerg. Ove Flindt Bjerg er í dag talentspejdari í týska felagnum Borrusia Monchengladbach. Eitt felag, ið júst hevur selt málmanstalentið Marc-André ter Stegen til spanska stórfelagið FC Barcelona.

 

Fyrrverandi KÍ venjarin, væntar at Barcelona hevur gjørt eitt gott keyp við nýggja málverjanum. Ove Flindt Bjerg sigur í samrøðu við donsku heimasíðuna bold.dk.

 

-          -      Tað finst nokk eingin málmaður, sum er so góður fótbóltsspælari sum Ter Stegen. Sjálvt ikki Neuer er so góður við føtrunum sum ter Stegen. Eg eri sikkur í, at Marc-André ter Stegen um stutta tíð kemur at geva Manuel Neuer kapping um týska málmansplássið.

 

Sáttmálin millum Barcelona og Marc-André ter Stegen er galdandi til 2019.