Fyrrverandi forseti í Brasilia: Bolsonaro er ein tápilingur

Eftir at dómurin ímóti honum var umstoyttur er Lula aftur at síggja í miðlunum í Brasilia, og hann finst hvassliga at forsetanum

 

Fyrrverandi forsetin, Luiz Inacio Lula da Silva, kom í dag aftur í politiska lívið í Brasilia við atinum svíðandi álopið á konservativa forsetan, Jair Bolsonaro.

Hann er ein tápulingur, sum hevur handfarið koronukreppuna vánaliga, sigur Lula millum annað.

Tað sigur vinstrasinnaði fyrrverandi forsetin á fyrsta tíðindafundi sínum, síðani ein dómari við hægstarætt í Brasilia mánadagin gjørdi av at seta dómin úr gildi.

Tað letur upp fyri, at Lula aftur kann stíga inn í politiska lívið og stilla uppaftur til val.

Meiningakanningar hava víst, at Lula – hóast muturdómarnar ímóti honum – er betri umtóktur enn Bolsonaro.

Á tíðindafundinum í dag setti Lula hvassar atfinningar fram ímóti handfaringini hjá forsetanum av koronukreppuni.

Bolsonaro hevur fleiri ferðir lítisgjørt vandan við farsóttini, ikki lurtað eftir ráðum frá serfrøðingum um, hvussu smittan best verður avbyrgd, og eisini hevur hann sátt iva um koppingarevnini.

– Lurtið ikki eftir tápuligu avgerðunum hjá forsetanum ella heilsumálaráðharranum. Latið tykkum koppseta, sigur Lula.

Fyrrverandi metallarbeiðsmaðurin og fakfelagsleiðarin var forseti í Brasilia frá 2003 til 2011. Undir leiðslu hansara var búskaparlig framgongd í Brasilia, og fleiri milliónir fólk vórðu lyft úr fátækradømi.

Hann vildi í dag ikki svara greitt, um hann fer at stilla upp til forsetavalið næsta ár.

Men hann sigur, at hann vil »stríðast ótroyttiliga« fyri Brasilia.

Lula sigur eisini, at hann fegin vil ferðast kring í Brasilia og tosa við vanlig fólk, og at hann eisini fer at práta við umboð fyri vinnulívið.

Hann leggur afturat, at hann er sinnaður at tosa við øll – serliga øll, sum vilja vera við til at sleppa av við Bolsonaro, sigur hann.

Sjálvt um Lula ógvuliga væl kann hugsast at gera eitt politiskt comeback, er hann eisini ein umstríddur maður.

Nógv hava ilt við at skilja, hvussu hann kundi dømast 26 ár í fongsul í fleiri málum, men sleppa við at sita í eitt ár, nú dómurin er settur úr gildi.

Ríkisárkærin í Brasilia hevur kært avgerðina til grundlógardómstólin.

/ritzau/AFP