Fyrrverandi FBI-agentur um loysigjald

- Familja og løgregla ynskja, at offurið kemur trygd aftur, meðan ránararnir vilja hava pengarnar, sigur Gregg McCrary, sum hevur starvast fyri FBI í fleiri ár.

 

Norska løgreglan hevur alla tíðina frárátt Hagen-familjuni at rinda møguligum ránarum loysigjald á níggju miljónir euro, eftir at ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í fjør. Síðan hevur eingin hvørki hoyrt ella sæð nakað sum helst lívstekin til hennara. 

 

Ein serfrøðingur í fólkaráni hjá FBI sigur, at partar í slíkum føri sum oftast mugu geva seg fyri at kunna samráðast. Støðan er í løtuni er hon, at løgreglan framvegis bíðar eftir lívstekini, og at tað er ikki aktuelt at rinda loysigjald, uttan at lívstekin eru komin frá teirri 68 ára gomlu, sum løgreglan metir vera rænda.

 

Vantandi viljin hjá mótpartinum at lata Anne-Elisabeth Hagen geva lívstekin, órógvar norsku løgregluna. Norska heimasíðan www.vg.no sigur seg vera vitandi um, at løgreglan hevur staðið yvirfyri truplum metingum, tá ræður um, hvørji ráð tey skal geva Hagen-familjuni.

 

Løgreglan sigur seg hava hildið seg til onnur líknandi altjóða mál, sum geva eina ábending um, hvat kann eydnast undir slíkum umstøðum og samráðingum. Tað eru hesar royndir, sum hava lagt grundarlagið undir metingunum og ráðunum hjá løgregluni, men tey ásanna eisini, at tað kann vera ógvuliga trupult at siga, hvat er tað rætta í hvørjum einstøkum máli – og í hesum førinum í Lørenskog-málinum.

 

- Skalt tú vera harður móti møguligum ránarum – ella skalt tú lata tøgnina ráða og vita, hvat hendur. Skulu avvarðandi ella løgregla koma við mótkrøvum ella tilboðum. Ella – skulu avvarðandi ella løgregla siga, at tit fáa loysigjald, um tit gera soleiðis ella soleiðis.

 

Slíkt eru sambært VG spurningar, sum norska løgreglan hevur sett sær í hesum tíðarskeiði, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv. 

 

Men, hví hevur løgreglan staðið so fast við ráðini um ikki at rinda loysigjald?

 

- Vit hava ein leiklut, har vit skulu veita familjuni ráð í einari ógvuliga truplari støðu, og vit byggja okkara ráðgeving á onnur líknandi mál aðrastaðni úr heiminum. Tað er við hesi bakgrund, at vit hava ráðgivið familjuni, og vit standa framvegis við okkara ráð í hesum førinum – um ikki at fara undir nakrar samráðingar, fyrr enn lívstekin er komið frá Anne-Elisabeth Hage, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, við VG.

 

Norska løgreglan vil tó ikki siga nakað um, hvør mál ella hvørji lond, tey vísa til í sambandi við líknandi mál sum Hagen-málið.

 

Gregg McCrary, sum hevur starvast hjá FBI, hevur áður verið í Noregi í samband við onnur mál, og hann hevur eisini arbeitt við málum um fólkarán fyri FBI í 25 ár.

 

- Tað er skilagott at sýta at gjalda, uttan at prógv fyrst eru fingin um, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi. Tá tað er sagt – og sýtt verður fyri at gjalda yvirhøvur – ja, tá verður tað at kalla ómøguligt at samráðast við fólkaránarar.

 

Hann sigur, at samráðingar viðføra, at báðir partar mugu geva eftir fyri tí, tey vilja hava. Um annar parturin sýtir fyri at ganga hinum á møti, verður eisini ómøguliga at fáa produktinar samráðingar at rigga.

 

- Í hesum førinum ynskja familja og løgregla, at offurið skal koma trygd aftur, meðan ránararnir vilja hava pengarnar, sigur Gregg McCrary, sum hevur starvast hjá FBI í fleiri ár við slíkum málum.