Fyrrverandi borgarstjóri stillar nú uppaftur

- Seinasta kommunuval stillaði eg ikki upp, men valdi í staðin at fáa mær eina útbúgving sum timburmaður, eftir at eg misti varasessin á tingi, sigur Brandur Sandoy

Brandur Sandoy, sum var borgarstjóri í Sands kommunu í tíggju ár - árini 2009 til 2019 - hevur gjørt av at stilla upp aftur á kommunuvalinum í heyst.

 

- Eg fari at royna at vinna mær ein sess aftur í kommunustýrinum, sigur hann.

 

Á seinasta kommunuvali stillaði hann ikki upp, men valdi í staðin at taka sær eina útbúgving sum timburmaður, eftir at hann hevði mist varasessin á tingi.

- Eg havi eisini brúkt høvi at seta í gongd eina timburfyritøku - Sandoy Smíð - sum í dag hevur trý ársverk og ein lærling, sigur hann.

 

Brandur Sandoy sigur, at sandsbygd og alt á Sandi liggur hansara hjarta nær.

 

- Tá eg nú enn einaferð velji at lata bygdarfólkið viga meg á vágskálini, er tað við einum brennandi ynski um at gera heimbygdina til eitt gott og mennandi stað fyri allar aldursbólkar.

 

Hann sigur seg vóna, at tað saman við góðum fólki fer at bera til at taka tey tøk sum gera, at trivnaðurin í kommununi verður í hásæti.

 

- Bygdarfólkið skal kenna seg at eiga ein lut í menningini av kommununi, sigur Brandur Sandoy.