Fyrrverandi blaðstjóri starvast fyri FSF

Ingi Samuelsen, sum í fleiri ár var blaðstjóri á Dimmalætting, er farin í starv hjá Fótbóltssambandi Føroya

Í morgun – mánadagin 5. november 2007 – byrjaði Ingi Samuelsen í starvi hjá Fótbóltssambandi Føroya. - Uppgávan hjá Inga Samuelsen verður í fyrsta lagi at taka sær av marknaðarføring og kunning av føroysku landsliðunum og føroyskum fótbólti sum heild. Eisini liggja ymsar aðrar uppgávur í starvinum, sum Ingi fer at røkja í tøttum samstarvi við Ísak Mikladal aðalskrivara og hini starvsfólkini á skrivstovuni hjá FSF, skrivar heimasíðan hjá FSF. Ingi Samuelsen er útbúgvin journalistur og hevur drúgvar royndir sum fjølmiðlamaður bæði í Føroyum og Danmark. Frá 1. januar 2002 til 31. mars 2007 var hann blaðstjóri á Dimmalætting.