Tað hendir eftir boðum frá einum dómara, sum legði stjórnina undir at vilja hevna seg á Cohen, tí at hann hevur ætlanir um at skriva eina kritiska bók um Donald Trump.
Michael Cohen varð eftir boðunum latin leysur av einum dómstóli á Manhattan hósdagin. Hann skal sita restina av dóminum í húsavarðhaldi.
Dómarin kom til ta niðurstøðu í avgerði sini, at amerikanska løgmálaráðið sendi Cohen í fongsul aftur sum »hevnd« fyri at lýsa við eini bók um arbeiði sítt fyri Donald Trump.
Michal Cohen varð í 2018 dømdur trý ára fongsulsrevsing.
/ritzau/