Framførðslurnar mugu sigast at vera framúr góðar, tá hugsað verður um, at fimleikararnir bert hava vant í stutta tíð, og als ikki kunnu metast at vera í toppvenjing enn. Men hóast tey, sum luttóku, høvdu flottar framførðslur, so vóru tað uttan iva fleiri lið, ið hildu seg aftur, tí at kappingin liggur so tíðliga á árinum.
Tað var Støkk, sum gjørdist stóri vinnarin við trimum gull, einari silvur og einari bronsu. Havnar Fimleikarafelag var nummar tvey samanlagt við tveimum gull, trimum silvur og einari bronsu.
Seinna steypakappingin verður í Høllini á Hálsi 30. mars. Fimleikasambandið væntar, at fleiri lið fara at luttaka í tí kappingini, tí tá hava liðini havt munandi longri venjingartíð.
Samanlagda úrslitið gevur steyp til ognar.
Pinkur:
Nr. 1 HFA 14,33
Nr. 2 StøkkA 14,28
Nr. 3 Støkk B 12,45
Nr. 4 HFB 11,58
Nr. 5 Flog 11,00
Gentur:
Nr. 1 Støkk 15,53
Nr. 2 HFA 15,18
Nr. 3 Flog 12,13
Nr. 4 HFB 12,02
Kvinnur
NR. 1 HF 15,92
Smágentur:
Nr. 1 Støkk 14,47
Nr. 2 HFA 14,18
Nr. 3 HBB 13,75
Nr. 4 Ljósið 13,15
Kv. Unglingar
Nr. 1 Støkk 14,14
Nr. 2 HF 14,13
Nr. 3 Ljósið 13,95