Fyritøka snýtti lærlingar fyri 87.000 krónur

Føroya Rættur hevur gjørt úrskurð í eini søk, har ein fyritøku í Havn skal gjalda trimum lærlingum í alt eini 87.000 krónur. Orsøkin er, at fyritøkan hevur goldið lærlingunum ov llítið í løn, við tað, at lærlinganir í starvstíðini, áðrenn lærusáttmálin varð undirskrivaður, bert hava fingið fyrsta árs lærlingaløn, ístaðin fyri vanliga tímaløn

Málið hevur sín uppruna í øðrum rættarmáli, og byrjar við hendingum í samband við skúlagongdina hjá næingunum.

Hendingarnar gjørdu, at lærlingarnir mettu seg ikki kunna fara aftur til arbeiðis hjá arbeiðsgevaranum.

Sostatt er lærutíðin avbrotin, ella steðgað.Allar fingu tó nýtt lærupláss, áðrenn skúlatíðin endaði.


Vanlig mannagongd

Lærlingafelagið er farið í søguna og tískil hevur Havnar Handverkarafelag umboðað lærlingarnar í sakini ímóti arbeiðsgevaranum, eini hárfríðkanarstovu í Havn.

Málið snýr seg um grundregluna um, at lærusáttmálar verða undirskrivaðir vanliga 15. oktober í einum ári, har arbeitt verður. Lærlingarnir fáa tó, eftir 4 ára starvstíð, sveinaløn, uttan mun til, um lærlingaviðurskiftini eru av ella ikki.

Tað er framferðarhátturin viðvíkjandi starvstíð og undirskriving av sáttmála, ið Havnar Handverkarafelag vil til lívs.

Ein lærlingur kann t.d. byrja í juni og starvast fram til oktober, áðrenn lærusáttmálin verður undirskrivaður. Heta kann metast sum royndartíð.

Mett verður ikki, at grundarlag er fyri at hava eina royndartíð, tí 1. árið av lærutíðini er at meta sum royndarár, har báðir partar uttan víðari kunnu siga sáttmálan upp.


Málið

Sambært skjølum, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, snýr málið seg um, at lærlingarnir ikki hava arbeitt alla lærutíðina - sáttmálain er avbrotin.

Fyrstu tíðina, áðrenn 15. oktober, hava lærlingarnir arbeitt fyri 1. árs lærlingaløn og ikki vanliga tímaløn

Tá teir, við avbrotnari lærutíð, ikki hava møguleika at vinna hetta aftur við sveinaløn, hava teir mist pening.

Føroya Rættur sigur í úrskurðinum m.a., at sum grundgeving leggur rætturin, at lærutíðin hjá øllum trimum lærlingum endaði sum orsøk av aðrari sak viðvíkjandi saksøkta (arbeiðsgevaranum, blðm) og at saksøkti má metast at hava ábyrgina av ósemjuni. Saksøkjarar hava havt rætt at siga sáttmálar sínar upp.

Rætturin avvísir ikki, at talan er um vanliga mannagongd, tá lærlingar hava arbeitt fyri lærlingaløn fyrstu tíðina, innan sáttmálaundirskriving. Men mett verður, at við ovbrotnu lærutíðini og skifti av læruplássum, fellur hetta burtur, tí lærlingarnir ikki hava uppnátt lønarfyrimunin við at fáa sveinaløn, innan lærutíðin er úti.

Tí metir rætturin í úrskurðinum, at lærlingarnir eiga rætt til hægri løn fyri fyrstu starvstíðina, innan sáttmálaundirskriving. Mett verður, at hóskandi kann endurgjaldið roknast útfrá vanligari tímaløn fyri ófaklærd.

Eisini eru viðurskifti viðvíkjandi frítíðarløn og avspáking við í málinum.

Talan er um 3 lærlingar, sum í rættarúrskurðinum verða mettir at eiga til góðar ávíkavist 28.882,25 krónur, 51.159,13 krónur og 7.513,74 krónur.

Harafturat kemur sakarkostnaður.

Dómur fellur seinni í hesum mánaðinum í málinum.

Eitt annað líknandi mál er í løtuni hjá Eystara Landsrætti.