Fyrispurningur um radara í føroyskum loftrúmi

Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann.
Viðvíkjandi støðuni við ongum radara til eftirlitið við føroyska loftrúminum.

Heidi Petersen,løgtingskvinna

Hvørja ætlan hevur løgmaður at tryggja eftirlitið við føroyska loftrúminum?
Hevur løgmaður verið til samráðingar við aðrar myndugleikar um eftirlitsuppgávuna, og hvørjar avtalur eru gjørdar hesum viðvíkjandi?
Nær verður radareftirlit við føroyskum loftrúmi uppafturtikið, av hvørjum og við hvørjum treytum verður hetta eftirlit framt á føroyskum øki?
Heldur løgmaður tað vera skilagott, at føroyingar sjálvir stóðu fyri støðini og róku hana við tí fyri eyga at hava eftirlit við Føroyska loftrúminum og harvið tikið hesa ábyrgdina á føroyskar hendur og framt okkara skyldur í altjóða samfelagnum?

Viðmerkingar:
Setti spurning til løgmann í november í fjør um, hvørja ætlan Føroya Landsstýri hevði við radarstøðini á Sornfelli, tá hon varð afturlatin á nýggjárinum. Um tað ikki var hóskandi at vit í Føroyum sjálvi kundu reka radarstøð og hava okkara egna eftirlit við føroyska loftrúminum, og lovaði løgmaður at loysn var funnin á málinum, tá radarin var sløktur á nýggjárinum.
Sjálvt um løgmaður váttaði, at loysn skuldi finnast á málinum, frættist í Útvarpi Føroya at onki radareftirlit er við føroyska loftrúminum, og at tað er til bága fyri ferðsluna loftvegis til og úr Føroyum.
Sum eg vísti á í fyrra fyrispurninginum hevði høvi verið at fingið hetta eftirlit á føroyskar hendur nú, og vit kundu lagt okkara egnu ætlanir fyri, hvat okkara loftrúm kann nýtast til, og hvussu eftirlitsuppgávan skuldi røkjast í framtíðini.
Ein sera aktuellur spurningur í sambandi við ábyrgdina av eftirlitinum við loftrúminum er eisini støðan til ólógligan fangaflutning ígjøgnum føroyskt loftrúm, har eg haldi tað hava sera stóran týdning at kunna seta mark fyri, hvat ber til hjá okkum og hvat ikki ber til, einans við ábyrgd av og eftirliti við egnum øki kunnu vit vera vís í, at tað eru føroysk áhugamál sum vera røkt og ikki hernaðaráhugamál hjá fremmandum tjóðum.
Við vón um at Føroya løgmaður sær álvaran í hesum máli og vil taka ítøkilig stig at loysa tey, seti eg fram fyrispurningin.