– Veðrið er sera gott, um 20 stig, sigur Hans Fróði Hansen, sum er ein av fyrireikarunum at Mítt Land festivalium, sum verður hildin á Amager í Keypmannahavn hetta vikuskiftið.
– Í ár hava vit tryggjað okkum, um veðrið verður keðiligt, at festivalurin verður hildin í einum risa stórum tjaldi, sum er til støddar sum tvær ítróttarhallir, sigur hann.
Í tjaldinum er stóri pallurin, meðan tann lítli trubadurpallurin er uttanfyri – og sjálvandi eru borð og stólar sett upp bæði inni og úti.
– Undirtøkan higart hevur verið góð. Vænta eini 1.000 fólk í kvøld og eini 3.000 í annaðkvøld, sigur hann.
Eftir at løgmaður hevur sett festivalin í dag klokkan 17 fara tey at heiðra Pál Joensen fyri svimjibragdið í Týsklandi herfyri.