Í Vági eru fyrireikingarnar í gongd til nýggjárshaldið, ið helst er tað kendsta nýggjárshaldið í landinum, har tað síðani sekstiáini hevur verið skipað fyri, og ikki verður spart uppá nakað, tá tað kemur til fýrverk, buldur og brak. Samstundis er hugni og samanhald í hásæti.
Sum vanligy verður bátur brendur á økinum við Trýkantin, sum Nýggjársnevndin eigur. Jakob Skaaning er byrjaður at gera prýði til bátin, so sum hann hevur gjørt í fleiri ár.
Fólk eru í gongd við at gera kyndlar, ella faklar, sum sagt verður í Vági, og blikk.
Vestri á Eiðinum gera tey klárt. Har fara RSP og Eyðin, Terji og Kim á pall í høllini, og í VB húsinum spælir Section.
Fyrireikingar eru í hæddini, sæst á facebook vanganum hjá Nýggjársnevndini í Vági, haðani myndrinar eru.
##med2##
##med3##













