Heine Lützen sigur, at tað er ilt at meta um hvussu nógv fólk vórðu til staðar, men sjálvur metir hann tað verða meir enn tey 150, sum KVF metti luttakaratalið til.
- Tiltakið riggaði væl. Tað vórðu fleir í fjør, men tá var tað stutt uppundir valið og tí vórðu tað kanska onnur viðurskifti, ið gjørdu tað áhugavert hjá fólki at møta upp, sigur Heine Lützen.
Heine Lützen sigur, at hann heldur tað verða týdningarmikið at biða fyri okkara landið, yvirvøld og samfelagi annars, sum kristin hava fingið boð um í Bíbliuni.
- Hetta er ikki eitt mótmælistiltak á nakran hátt. Hetta er bøn fyri okkara land sum Paulus áleggur okkum at gera í 1. Timoteusarbrævi, sigur Heine Lützen.
Sjálvur ivast hann ikki í, at tað eru nógv, sum biða heima, men at hetta almenna tiltakið er eitt slag av proklamatión av øllum kristinum trúargreinum í Føroyum, at mann vil biða fyri teimum, sum eru høgt sett og fyri samfelagnum.
Heine Lützen skipaði fyri tiltakinum saman við Svenningi av Lofti og Eyðun Jacobsen.