Fyrireika vøggustovu

Gøta: Á bygdaráðsfundi herfyri samtykti bygdaráðið í Gøtu kommunu at fara undir fyrireiking av nýggjari vøggustovu.

Verandi dagstovnur er vorðin ov lítil, og støðugi vøksturin í fólkatalinum í Gøtu hevur ført við sær, at neyðugt er við fleiri ansingarplássum.
Roknað verður við, at við eini vøggustovu við fýra stovum, verður ansingartørvurin nøktaður nógv ár fram í tíðina.
Verandi dagstovnur fer í framtíðini ístaðin at virka sum barnagarður.