Fyrireika stovnan av landsorkestri

Í hesum døgum eru allir blásarir og slagverksspælarir bodnir við í hetta landsorkestrið. Treytin fyri at vera við, er at ein stendur eina upptøkuroynd.

Umsóknarfreistin er sett til mikudagin í komandi viku, og verður sjálv upptøkuroyndin í døgunum 23. og 24. apríl á Tórshavnar Musikkskúla.

Próvdómarar verða Berhardur Wilkinsson og tveir blásilærarir.

Eftir ætlan skal hetta landsorkestrið at hava einar 4 til 5 venjingar um árið. Konsertir verða eisini á skránni kring landið í fyrstu syftu.

Men sum skilst á einum av samskiparunum, Eiriki Skála er ætlanin upp á longri sikt at fara uttanlands at framføra.