Leygardagin tann 27. juli 2013 fer fótbóltsfelagið Giza/Hoyvik á fyrsta sinni at skipa fyri stórum fótbólts- & tónleikatiltaki í Gundadali.
Ætlanin er at hava fleiri áhugaverdar og stuttligar fótbóltsdystir á skránni henda dagin, og eisini verður møguligt at hoyra livandi føroyskar tónleik. Tiltakið fer væntandi at byrja klokkan 16.00 og heldur fram til nakað út á náttina.
Fótbólturin verður spældur á niðara vølli, meðan tónleikurin verður við síðuna av vøllinum, har møguleiki eisini verður at keypa okkurt at eta og drekka.
Seinastu árini hava liðini hjá Giza/Hoyvík og Undriðnum kappast á Ólavsøku. Men nevndin í felagnum hevur seinastu tíðina arbeitt við, at gera hetta til eitt enn størri tiltak, har eisini onnur feløg gerast ein partur av degnum. í løtuni verður seinasta hondin løgd tiltakið, og í næstum verður kunngjørt meira um dystir og tónleikin, ið verður at hoyra.
- Vit meta hetta er eitt spennandi átak, og síggja nógvar møguleikar í hesum. Samstundis sum vit vóna og vænta, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak hvørt ár. Tiltakið er eisini í tráð við, at Tórshavnar Kommuna í framtíðini ætlar, at Tórsvøllur skal hava ein størri leiklut á Ólavsøku, siga fyrireikararnir, sum eisini leggja dent á tað undirhaldið, ið verður afturat fótbóltinum.
- Vit vóna komandi árini at kunna bjóða Føroya fólkið til nógvar áhugaverdar fótbóltsdystir, og ikki minst tónleika framførslur við kendum føroyskum og útlenskum nøvnum. Í ár vera tó bert føroysk nøvn á skránni, men vit vóna fólk fara taka væl ímóti tiltakinum, og fáa ein góðan dag burtur úr hesum, og at vit við tíðini fáa bygt hetta meira upp, og hetta gerst ein føst siðvenja, siga fyrireikararnir.