Fyrireika seg til næsta nýggjárshald

Vestmanna kommuna hugsar longu nú um næsta nýggjárshald.

Sum eina roynd hevur kommunan eina skipan á bingjuplássinum til innsavning av blikkum til nýggjárshaldið. Blikkini skulu verða latin inn fyri seg, og tey skulu vera tóm og rein.

Arbeiðsmenninir hjá kommununi byrjaðu nýggja árið við at rudda upp eftir nýggjárshaldið, sum fór. Teir hava verið runt bygdina og á vestmannavegnum og m.a. tikið blikk upp, men eru ikki heilt lidnir enn.

Hetta er vanliga mannagongdin hesa tíðina. Um blikk ella annað framvegis liggur og sløðist, verður heitt á fólk, sum síggja hetta, um at taka tað upp ella at boða frá hesum hjá kommununi, skrivar kommunan á heimasíðu síni.