- Vit fara at stríðast, um tað so skal kosta okkum lívið. Tað er tað einasta, vit hava segði ein palestinskur hermaður við norskar tíðindamenn í gjár, stutt eftir at ísraelski herurin hevði sent stríðsvognar og onnur hernaðarakfør inn í býin. Samstundis kringsetti herurin grannabýin Beit Jala, eftir at aðrir hermenn við stríðsvognum høvdu hersett býirnar Ramallah, Tulkarem og Qalqiliya.
Palestinskir talsmenn søgdu í gjár, at ísraelski herurin uttan iva ætlaði at herseta Betlehem, og palestinsku hermenninir í býnum søgdu seg vera til reiðar at taka bardagan upp.
- Vit bíða bert eftir, at ísraelsmenn leypa á. Vit vita, at teir hava stríðsvognar og nýggj amerikansk vápn. Men vit hava eisini vápn, og vit fara at berjast til síðsta mann, søgdu palestinsku hermenninir við norsku tíðindamenninar í gjár.
Blóðugar páskir
Ísraelska hernaðarátakið á Vestara Áarbakka var eitt úrslit av fleiri blóðugum palestinskum atsóknum í páskavikuni. Teir báðir víðgongdu felagsskapirnir Hamas og Al-Aqsa hava átikið sær ábyrgdina av atsóknunum.
Ófriðurin hevur tó ikki fingið amerikanska semingsmannin, Anthony Zinni, at gevast við royndini at fáa partarnar at binda frið, men eygleiðarar í Miðeystri siga, at uppgáva hansara tykist torførari nú enn nakrantíð. Eygleiðararnir vísa m. a. á, at ísraelska herleiðslan hevur sent boð eftir 20.000 av sínum eykahermonnum at gera tænastu.
Fleiri vesturlendskir leiðarar hava staðiliga heitt á teir báðar partarnar um at gevast við áganginum. Serliga hava teir funnist at ísraelsku avgerðini at byrgja palestinska leiðaran, Yasser Arafat, inni í Ramallah, og fleiri bera ótta fyri, at Ísrael ætlar at gera av við hann ella at reka hann í útlegd.
Ariel Sharon, forsætisráðharri segði páskadag, at palestinsku álopini kunnu berast saman við yvirgangsatsóknirnar í USA í september í fjør, men hesum hevur USA víst aftur.