Fyrireika nýggjan skúla í Sandavági

Tíðin er farin frá Gamla Skúla í Sandavági. Arbeitt verður við nýggjum skúlabygningi til tey smáu børnini

Uppskot til bygging av nýggjum barnaskúla í Sandavagi varð lagt til hoyringar á bygdarráðsfundinum í Sandavági hóskvøldið.
Tíðin er farin frá Gamla Skúla, har skúlabørnini við Miðvágs Sandavágs skúla byrja skúlagongdina, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági. Har er stutt sagt ikki pláss til børnini at vera, staðfestir hon.
Fyrsti, annar og triði flokkur hanga saman í tí, sum nevnt verður innskúlingin. Og tí er als ikki pláss fyri í Gamla Skúla, so tað er av alstórum týdningi at fáa bygt nýggjan skúla nakað skjótt, sigur hon.
Nýggi skúlabygningurin, sum nú verður fyrireikaður í Sandavági, er ein tvísporaur skúli til tríggjar teir yngstu flokkarnar.
Uppskotið, sum lagt varð til hoyringar, er gjørt á teknistovuni West Tech í Sørvági. Talan er um bygning í einari hædd, við seks floksstovum og einari serstovu, sum skúlalógin fyriskrivar, sigur borgarstjórin í Sandavági.
Skúlin verður góðar 800 fermetrar til støddar og fer væntandi at kosta einastaðni millum átta og tíggju milliónir, siga fyribils metingarnar.
Tíðin er farin frá Gamla Skúla í Sandavági. Hann klárar bara so dánt at hýsa fyrsta flokki. Og tað ber ikki til, av tí at innskúlingin hoyrir saman.
Endaliga plaseringin av skúlanum er ikki fastløgd enn, sigur Rósa Samuelsen. Samráðingar skulu fyrst vera um lendið, men greitt er, at skúlin fer at liggja inni í bygdini í Sandavági.
Rósa Samuelsen sigur, at tey í bygdarráðnum meta tað ógvuliga týdningarmikið fyri kommununa at hava góðar umstøður til barnaansing og skúla.