Fyrireika kjarnorkuroyndarspreinging

Nógv bendir á, at norðurkoreranar fyrireika sína fjórðu kjarnorkuroyndarspreinging undir jørð. Fregnartænastan í Suðurkorea sigur, at stórt virksemi er í Punggje-ri, har hinar royndarspreingingarnar vóru, og ein suðurkoreanskur ráðharri, Ryoo Kihl-Jae, segði í morgun, at tað er alt, sum bendir á, at ein spreinging kemur í næstum.

Suðurkoreanska fregnartænastan sigur seg eisini hava fingið ábendingar um, at norðurkoreanar fara at gera royndir við nøkrum rakettum um miðjan mánaðin. Tað verður kanska tann 15. apríl, sum var føðingardagur hjá gamla leiðaranum, Kim Il-Sung. Japanska verjumálaráðið gav í morgun loftverjuni boð um at fyrireika seg til at skjóta norðurkoreanskar rakettir niður, skuldu tær komið inn í japanskt loftrúm.

New York Times skrivar, at USA og Suðurkorea hava avtalað, hvussu farast skal fram, um Norðurkorea ger álvara av hóttanini um álop. Avtalað er, at eitt álop við rakettum verður svarað við rakettum, og ein ein innrás verður svarað við herálopi.