Í august í fjør sá ein nýggj kapping dagsins ljós í Vági, tá Faroe Islands Handball Cup varð hildið á fyrsta sinni.
Kappingin var sera væleydnað og undirtøkan var sera góð. Men í heyst og í vetur hevur verið trupult at leggja størri tiltøk til rættis orsakað av støðuni viðvíkjandi koronafarsóttini.
Men á heimasíðuni www.handballcup.fo boðar Faroe Islands Handball Cup nú frá, at fyrireikingarnar til Faroe Islands Handball Cup 2021 eru farnar í gongd – og at meiri verður at frætta í februar.